Mentan

Trý fólk fáa listaløn í trý ár

Jens L. Thomsen, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Carl Jóhan Jensen hava fingið játtaða listafólkaløn í trý ár

2019-06-06 16:54 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Mentannargrunnur Landsins hevur játtað trýggjar trý ára langar listafólkavirðislønir. Tað boðar nevndin frá í tíðindaskrivi. 

Tað eru Jens L. Thomsen, tónleikari, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, tekstillistafólk og Carl Jóhan Jensen, rithøvundur, ið hava fingið listafólkalønirnar. 

- Inn komu 26 umsóknir, og torført hevur verið at tikið dagar í millum nógvu og góðu umsóknirnar. Samstundis frøast vit um tað fjølbroytni og um ta grøði, sum er innan tey ymsu yrkislistaøkini. Endaliga avgerðin hjá nevndini speglar eisini hesa vídd, skrivar nevndin eisini í tíðindaskrivinum. 

Tað er nevndin, ið hevur valt hvørji skulu fáa lønirnar, men ymiskir fakbólkar hava skrivað nevndini tilmælir. Í hesum fakbólkum hava hesi sitið: 

Ritlist: Ann Ellefsen og Bergur Rønne Moberg.

Myndlist: Bárður Jákupsson og Solveig Hanusardóttir Olsen.

Tónlist: Hans Pauli Tórgarð og Sunleif Rasmussen.

Filmslist: Julia í Kálvalíð og Rókur Heinesen. 

 

Í tíðindaskrivinum stendur soleiðis, um tey trý listafólkini, ið hava fingið lønina: 

[object Object]

Jens L. Thomsen
Menniskja, náttúran, tøknin og Føroyar sýnast at vera miðdepilin í virkseminum og listarligu útsøgnini hjá Jens L. Thomsen. Ætlaninar eru væl lýstar, listarliga stórfingnar og somuleiðis nærverandi við ansni at tilfarsligum uppruna í tíð, rúmd og stað. Ætlaninar ganga somuleiðis, í summum førum, inn í sjálvar tónleikaligu grundlutirnir. Tær hugsast sum partar av støðugari tilgongd, sum vísir listarligt djúphugsni og samanhang millum framleiðslugongd, tøkni og innihald. Vitanin um arbeiðið handan listaverkið fær serstakan týdning og fremur, at verkini fáa nærverandi týdning fyri lurtaran og áskoðaran. 

 

[object Object]

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard
Ragnhild H. Højgaard er tekstillistafólk, sum tekur støði í ull. Hon tvinnar saman nýhugsan og siðvenju í hugtakandi listaverkum. Við sínum djúptøkna kunnleika til tilfarið megnar hon at endurnýggja siðbundna arvin frá teimum, ið undan fóru, og at endurhugsa møguleikarnar hjá ullini. Listaverkini hjá henni vísa, at hon hevur skapandi evni á høgum stigi. Installatiónirnar hava drøg úr arkitekturi, listhandverki og design. Tey spæla saman við rúminum, sum tey eru í, og tala til sansirnar hjá áskoðarinum. Hon er í eini serstøðu, tí at hon arbeiðir við tí tilfeinginum, sum vit hava her í Føroyum, og hevur stórar ætlanir um at gagnnýta okkara tilfeingi, sum tann góða føroyska ullin er. 

 

[object Object]

Carl Johan Jensen 
Carl Johan Jensen kann teljast millum royndastu rithøvundar okkara. Tey útvið 40 árini Carl Johan Jensen burturav hevur starvast sum rithøvundur, hevur hann latið úr hondum hópin av ritverkum á høgum listarligum støði, fjølbroytt og poetisk avrik, ið tilsamans hava eitt stórt bókmentaligt virði. Ikki so sjáldan hava útgávur hansara elvt til kjak, ikki minst um formin. Carl Johan Jensen hevur seinnu árini prógvað, at hann megnar at flyta seg og stíltilvitað ganga nýggjar leiðir. Hansara rannsóknir lýsa okkara samtíðarsamfelag og menniskju, samstundis sum tað næra verður samantvinnað við tað fjara, tá nomið verður við lívsins stóru grundspurningar. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder