2021-01-06 10:09

Klokkan 09.59 gjørdi Føroya Politi støðuna upp í samband við álvarsama ferðsluóhappi í Syrðugøtu.
Greitt er nú, at trý fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar og viðgerðar. Teir tríggir bilarnir, ið vóru í óhappinum, gjørdust vrak.
Landsvegurin við staðið, har óhappið fórfram, hevur verið stongur, og ferðslan um Gøtueið hevur verið leidd gjøgnum Syrðugøtu. Nú fer landsvegurin at lata upp aftur. Tá klokkan 09.59 varð mett, at hetta fór at henda um áleið 15 minuttir.
Politiið er í løtuni gongd við at kanna orsøkina til óhappið verður upplýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald