2023-11-30 12:22
Eitt álvarsligt ferðsluóhapp hevur verið við brúnna um Streymin fyrrapartin.
Fyri løtu síðani komu tríggir sjúkrabilar við politieskortu til Landssjúkrahúsið.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini hevur enn ikki møguleika at siga, hvat er hent, men kringvarpið visti beint at siga, at talan er um trý fólk, sum eru flutt á sjúkrahúsið eftir tilburðin, og at tað nú aftur er koyrandi um brúnna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald