2023-11-28 17:22
Um 16 tíðina seinnapartin rendu tveir bilar saman á Velbastaðhálsi.
Trý fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar, men á løgreglustøðini í Havn vita tey ikki meira um støðuna hjá teimum.
Vegurin var stongdur í ein tíma ella so, men er nú latin upp aftur.
Orsøkin til óhappið varð hálka, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald