2022-01-07 17:35

Talið á innløgdum við koronu er nú farið frá 1 til 3. Altso tvey eru innløgd við koronu í Sjúkrahúsverkinum síðani seinastu dagføring fyri lítlum samdøgri síðani.
Men á korona.fo verður upplýst, at ein sjúklingur er innlagdur av korona, og hinir báðir eru innlagdir av aðrari orsøk.
192 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í 2810 kanningum, sum eru gjørdar seinasta samdøgrið. Í løtuni eru 1359 fólk positiv við koronu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald