Trý fólk lótu lív og 100 vórðu særd í einum ukrainskum rakettálopi, sum rakti Krim-hálvoynna í dag, upplýsir Mikhail Razvozjajevi, guvernørur í økinum.
Lopið varð á havnabýurin Sevastopol, sum er størsti býur á Krim. Russar hersettu hálvoynna í 2014, og seinastu árini hevur býurin javnan verið álopin.
Sambært guvernørinum eru tvey børn millum tey deyðu.
Hann sigur, at fimm rakettir vórðu skotnar úr Ukraina, og at russiska loftverjan rakti fleiri av teimum. Men fólk vórðu særd tá rakettpetti duttu niður í norðara parti av býnum.
Russiska verjumálaráðið sigur, at ukraina hevur rakt sivilt undirstøðukervi í Sevastopol við rakettum frá USA. Sambært Ritzau hevur hvørki USA ella Ukraina viðmerkt hetta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald