Trý fólk stjólu matvørur

Hetta hendi í matvøruhandli í høvuðsstaðnum í gjár. Tey trý vaksnu fólkini eru nú skuldsett

Løgreglan fekk fráboðan frá einum matvøruhandli í Havn um, at trý fólk høvdu tikið smávegis nøgdir av matvørum

Løgreglan fekk fráboðan frá einum matvøruhandli í Havn um, at trý fólk høvdu tikið smávegis nøgdir av matvørum

2023-08-23 10:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ikki so vanligt, at vit hoyra um mál, sum snúgva seg um matvørustuldur. Eitt slíkt var í gjár.

Løgreglan fekk fráboðan frá einum matvøruhandli í Havn um, at trý fólk høvdu tikið matvørur.

Hetta skrivar Dimmalætting útfrá upplýsingum frá løgreglustøðini í Havn.

Vakmyndatól eru í hesum handlinum, og tey hava givið myndir av hendingini. Hetta, umframt aðrar upplýsingar, hava havt við sær, at trý fólk eru funnin og skuldsett fyri stuldur. 

Sambært dimma.fo er talan um smávegis nøgdir av matvørum, og er talan um trý vaksin fólk. 

Tað hevur verið torført hjá øðrum miðlum at fingið nakrar upplýsingar frá løgreglustøðini fyrrapartin, men Dimmalætting veit eisini um eitt mál, har ein bilførari rýmdi frá einum ferðsluóhapp í Havn seinnapartin í gjár. Viðkomandi rendi á tveir parkeraðar bilar, men nú er funnið fram til bilin, ið rendi á.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder