Tað eru meiri enn sjey ár síðani, at Lover Lover fyrstu ferð trein á føroyska tónleikapallin. Buldribeiggjarnir Filip Mortensen og Petur Háberg uploadaðu demosangir á Soundclound, sum vóru úrslit av góðum lagi, nógvum látri og eini hendinga vikuskiftisøl.
Samstarvið førdi til eina upphitingarkonsert hjá Eivør í Danmark og eina tilnevning sum Ársins nýggi bólkur á FMA 2014. Og hóast teir ikki vunnu glasfigurin, so vunnu teir áhoyrarahjørtuni.
Hóast Lover Lover onkursvegna hevur ligið í dvala seinastu árini, so hevur pulsurin altíð pumpað í tí stilla. Men eins og fuglurin Fønix, so eru teir klárir at lita summarið 2021 við sínum beach-pop tónleiki.
Sambært Lover Lover eru tað tvey ting, sum teir føla mest fyri fyri tíðina: bassurin og beat’ið: “Kanska er tað nakað við at gerast eldri. Man orkar ikki líka væl at beistast. Tí er tað so deiligt at kunna sita og slappa – ikki av, men slappa bass”.
‘Play The Blame’ er nýggja staklagið hjá kærleiksbeiggjunum, ið Urbanus Olsen hevur mixað, mastrað, produserað og elskað.
Where the Oceans are Blue
 Nýggja lagið hjá Bárði Johannesen eitur “Where the Oceans Are Blue”. Talan er um eitt frískt upp-tempo lag í summarsligum kærleikstónum.
Orð og lag: Bárður Johannesen.
 Bárður Johannesen: Sang, kór, ljómborð
 Arnfríð Lützen: Kór
 Jósva Debes: Trummur og ásláttur
 Ólavur Olsen: Trompet, flugelhorn, trombon, tuba
 Hans Poulsen: Shakers, bass, akkistiskan gittar, elgittars, ljómborð
 Framleitt: Bárður Johannesen og Hans Poulsen.
 Innspælt í Introvers Studio og HUGSTUDIO.
 Ljóðblandað og mastrað: Hans Poulsen í Introvers Studio.
 Cover: Bárður Johannesen
 Útgevari: Tutl
Villiniborg
 Eisini Knút Háberg Eysturstein hevur givið eitt staklag út í dag. Talan er um lagið “Villiniborg”, sum er fyrsta lagið í eini komandi útgávu við honum.
Tónleikararnir á útgávuni eru hesir:
Knút Háberg Eysturstein: Sangur, akk. gittar, elgittar
 Mattias Kapnas: Klaver, ljómborð
 Torleik Mortensen: Bass
 Per I. Højgaard Petersen: Trummur, ásláttur
 Dorthea Højgaard Dam, Óluva Dam Ísheim, Jensia Højgaard Kjærbæk, Ingrid Højgaard Petersen, Jóhanna Sofía Petersen: Kór
 Orð og lag: Knút Háberg Eysturstein
 Framleiðari: Knút Háberg Eysturstein saman við Benjamin Petersen
 Upptøka:Benjamin Petersen í Rúm 43, Hoydalar
 Ljóðblandað: Benjamin Petersen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen, Rúm 43, Hoydalar og Stökumörk, Innan
 Mastring: Daniel Bacigalupi, Infrasonic Sound, Nashville
                
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald