Innanlands

Trý hotell fáa Michelin-viðmæli

Hotel Føroyar, Hotel Brandan og Havgrím Seaside Hotel 1948 fáa serligt viðmæli frá nýggjastu hotell-guide'ini hjá Michalin.

Á Hotel Brandan er tað serliga listin hjá Edward Fuglø, sum Micheline guide'in vísir á (Mynd: Hotel Brandan)

Á Hotel Brandan er tað serliga listin hjá Edward Fuglø, sum Micheline guide'in vísir á (Mynd: Hotel Brandan)

2026-10-01 15:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Trý føroysk hotell fáa nú viðmæli frá virdu Michelin-guideni. Talan er um Hotel Føroyar, Hotel Brandan og Havgrím Seaside Hotel 1948, øll staðsett í Havn.

Eins og við matstovum, hevur Michelin eisini eina guide, sum viðmælir hotell og gistingarhús av serligari dygd.

Og eins matstovurnar hava møguleika fyri at prýða sína inngongd við serligum Michelin-stjørnum á reyðum skelti, hava tey bestu hotellini eisini møguleika at prýða seg við líknandi skelti, tó við lyklum, sum eru sniðgivnir út frá somu stjørnu, sum matstovurnar fáa.

Onki av føroysku hotellunum eru tó í so høgum metum, at tey fáa stjørnulyklar frá Michelin, men bara at fáa eitt viðmæli í guide’ini fyri 2026, er eisini ein dygdargóðkenning í sjálvum sær.

Um Hotel Føroyar sigur Michelin:

„Í líðini oman fyri Tórshavn við víðum útsýni yvir høvuðsstaðin, Nólsoy og fjørðin, er Hotel Føroyar eitt natúrligt útgangsstøði hjá teimum, ið vilja uppliva Føroyar. Kømrini eru alt frá standard tvíkømrum til størri familjurúm, staðsett í bygningum, ið hóska til landslagið uttanfyri. Ruts, kvøldmatstovan, borðreiðir við føroyskum rávørum úr bønum og sjónum. Ress Spa hevur heitar pottar, saunur og kropsviðgerðir at leggja afturat.”

Um Hotel Brandan sigur Michelin:

„Ein ferstjørnað ogn í Gundadali, nærhendis miðbýin og tjóðarleikvøllin. 124 kømur, prýdd við uppruna listarverkum hjá virðismetta listamanninum Edward Fuglø, fevna um alt frá kompaktum umhvørvisvinarligum tvírúmum til rúmligar svitur við baðikari og stovur við útsýni yvir býin. Húsagarður, høvuðsmatstovan, nýtir føroyskar framleiðarar til eina norrøna matskrá, við vínum úr egnum vínkjallara, Gilið. Sauna, fittneshøli og heitir pottar fullføra myndina”.

Um Havgrím Seaside Hotel 1948 sigur Michelin:

„Hús við sjóvarmálan í Tórshavn, bygd í 1948 av Havgrími Johannesen og sniðgivið av Eyðálvi á Heygum eftir siglingarferðir til Bretlands, virkaði í áratíggjur sum embætisbústaður hjá donskum kommandørum, 21 teirra hanga við nøvnum í móttøkuni. Landsstýrið átti bygningin til 2017, tá tað lat upp sum Føroya einasta ‚boutique-hotell’ við sjóvarmálan. Kømur frá standard til kommandør-svituna hava litfagurt útsýni út móti fjørðinum. Kaffihúsið hevur sítt egna ‚pâtisserie’ og søguligi Skansin liggur nærhendis.”

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder