Innanlands

Trý klipp fyri at koyra ov skjótt

Ein bilførari varð tikin í Leirvík, og tveir í Norðoyatunlinum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2024-06-28 08:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt og tíðliga í morgun hevur løgreglan tikið tríggjar bilførarar fyri at koyra ov skjótt.

Ein varð tikin í Leirvík, har mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman. Hesin bilførarin koyrdi 76, og tað fær hann bót og klipp fyri.

Tveir vórðu tiknir í Norðoyatunlinum fyri at koyra ávikavist 106 og 112 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 80. Eisini teir fáa bót og klipp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder