Innanlands

Trý klipp í koyrikortið

Tveir bilførarar koyrdu øvugtan veg á einvegis vegastrekki

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-08 09:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan hevur havt eina friðarliga náttt. Tó hava tríggir bilførarar fingið eina ávaring í form av klippi í koyrikortið.

Ein teirra varð avdúkaður fyri at hava koyrt skjótari enn lógligt er nærhendis á landsvegnum nærhendis Kollafjørð.

Hinir báðir bilførararnir vórðu avdúkaðir at koyra ólógligt á vegastrekkinum Janusargøtu úti í Marknagili í Havn.

Talan er um eitt stutt vegastrekkið nærhendis handilin Bónus, har tað einans er loyvt at koyra annan vegin. Men tað kemur javnan fyri, at bilar koyra øvugtan veg, og í gjárkvøldið vórðu tveir teirra avdúkaðir av ferðsluløgregluni. Hesir bilførarar fáa tískil klipp í koyrikortið.

Løgreglan var eisini úti og tók nummarplátur av nøkrum bilum í høvuðsstaðarøkinum, sum ikki hava síni viðurskifti við trygging ella Akstovu í ordan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder