
Í gjár hevði løgreglan eitt málrættað ferðsluátak í høvuðsstaðnum.
Ferðslan varð kannað á Glyvursvegnum og Yviri við Strond, og í hesum sambandi vórðu fleiri bilførarar tiknir í at koyra nógv skjótari enn loyvt var.
Mest loyvda ferðin á hesum støðum er 50, men tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavíst 75, 80, og 81 km/t.
Um 23 tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan eisini eina fráboðan um ein parkeraðan bil, sum var farin á rull. Bilurin stóð parkeraður uppi við Høllini á Hálsi, og harfrá rullaði hann oman móti Tórsvølli.
Eigarin av bilinum fær eina bót fyri ikki at hava tryggjað bilin nóg væl, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum leggur afturat, at bilurin fekk so nógvan skaða, at hann ikki fekk koyrt víðari.
Klokkan umleið fýra í nátt var eisini eitt ferðsluóhapp í Suðri.
Illgruni er um, at talan var um rúsdrekkakoyring, og tí er blóðroynd tikin av føraranum, sum eisini mátti á skaðastovuna til kanningar eftir óhappið. Sum skilst, hevði hann eitt sindur av pínu í rygginum, sigur vaktleiðarin.
Hvussu umfatandi materielli skaðin var, veit løgreglan tó ikki at siga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald