2021-12-16 08:54

Aftur hesaferð var tað ikki til fánýtis at løgreglan gjørdi ferðmátingar í Norðskálatunlinum.
Í gjárkvøldið vóru tað nevniliga fleiri bilførarar, sum koyrdu skjótari enn ferðslulógin loyvir, og tað gav í trimum føri klipp, og í einum føri frádøming av koyrikorti.
Allir koyrdu omanfyri 100 kilometrar um tíman og í tí førinum, har bilførarin misti koyrikortið, varð koyrt 122 km/t. Viðkomandi missir kortið treytað, og skal taka koyrikortið einaferð afturat innan tríggjar mánaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald