2026-10-24 09:31
Fyrrapartin í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar á Skálafjarðarvegnum á einum strekki, har mest loyvda ferðin er 30 kilometrar um tíman, og har vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Teir koyrdu ávikavist 61, 64 og 67 kilometrar um tíman, og í øllum førum gevur hetta treytaða frádøming av koyrikortinum.
Á sama staði varð ein annar bilførari steðgaður sum vísti seg at hava eitt barn í bilinum, sum ikki sat rætt íbundið. Tað fær bilførarin klipp fyri.
Løgreglan kannaði eisini ferðsluna í Klaksvík, har tveir bilførarar fingu klipp fyri at tosa í handhildnari telefon, meðan teir koyrdu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald