Innanlands

Trý mál til aðru viðgerð á tingfundinum í dag

Eykajáttanarlóg fyri farna mánað og viðurskifti við Grønland skulu viðgerast. Mentanarnevndin og Uttanlandsnevndin hava í morgun fund, og á middegi byrjar Vinnunevndin at viðgerða sjófeingislógina

Trý mál eru á skránni í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

Trý mál eru á skránni í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-04 10:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Trý mál eru nú komin úr nevnd og skulu til 2. viðgerð í tinginum dag.

Fyrst á dagsskránni er uppskot til eykajáttnarlóg fyri november, sum skal góðkennast. Síðani er tað upskot til løgtingslóg um at seta í gildi ásetingar í einum sáttmála millum Føroyar og Grønland um at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn. Løgtingið heldur fram við at viðgerða viðurskifti í ríkisfelagsskapinum, tá hugt verður eftir møguleikanum at gera lættari atgongd hjá fyritíðarpensjónistum at flyta millum tey trý londini - millum annað verða almannapensjónir tiknar upp í hesum samanhangi. Til seinast er framløga á skránni.

Tveir nevndarfundir byrjaðu klokkan 09 í tinghúsinum. Annar í mentanarnevndini har minstamark av starvsfólkatímum á dagstovnum er til viðerar. Umboð fyri Kommunufelagið, Hjálparfólkafelagið, Pedagogfelagið og Landstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum vórðu innkallaði. Í Uttanlandsnevndini er uppskot til samtyktar um at góðkenna sáttmála um at forða fyri óskipaðum fiskiskapi í altjóða sjógvi í Íshavninum. Reiðarfelagið og Landstýrismaðurin í fiskivinnumálum eru við á fundinum.  

Vinnunevndin hevur á middegi sín fyrsta fund um uppskot til løgtingslóg um sjófeingi.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder