
Í dag verður fyrsti tingfundur í nýggja álmanakkaárinum.
Trý mál eru til viðgerðar á fundinum, sum byrjar klokkan 13.30. Talan er um 2. viðgerðir av trimum andstøðuuppskotum, sum hava ligið rættiliga leingi og bíðað síðan tey vórðu viðgjørd á fyrsta sinni.
Tvey av uppskotunum eru frá Tjóðveldi og í báðum førum er talan um yvirtøkumál, av ávikavist løgreglu og ákæruvaldi og av landslæknaembætinum. Meirilutin í uttanlandsnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið.
Triðja uppskotið er frá Bjarna Hammer um at tryggja báðum foreldrum foreldramyndugleika. Meirilutin í trivnaðarnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið, tí landsstýriskvinnan í almannamálum arbeiðir við einum lógaruppskotið hesum viðvíkjandi.
Væntandi verða tríggjar broytingar í tingmanninginni á fundinum í dag.
Annika Olsen, sum ikki er borgarstjóri longur, tekur nú við løgtingssessinum, og tað merkir at Jóhan Eli Poulssen má víkja úr sessinum.
Og so eru tveir tinglimir, ið biðja um farloyvi. Heðin Mortensen, sum er vorðin borgarstjóri og Kristina Háfoss, sum skal til Keypmannahavnar at røkja starvið sum stjóri fyri umsitingina í Norðurlandaráðnum.
Eykafólk hjá teimum eru ávikavist Eyðgunn Samuelsen og Páll á Reynatúgvu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald