Norðoya Tjóðveldisfelag, Suðuroyar Tjóðveldisfelag, Sandoyar Tjóðveldi og Unga Tjóðveldi hava skotið Sirið Stenberg upp sum forkvinnu í Tjóðveldi.
Eysturoyar Tjóðveldisfelag, Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag og Vága Tjóðveldisfelag hava stillað Bjørt Samuelsen upp sum forkvinnu.
Hetta váttaði Høgni í Stórustovu, formaður í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi, fyri Kringvarpinum í døgðuratíðindunum.
Flokkurin skal á fyrsta sinni hava forkvinnu. Eitt økisfelag, har Bjørt Samuelsen er frá, hevur ikki peikað á nakað forfólkavalevni.
Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevur ikki skotið nakran upp. Helst hongur hetta mest saman við, at ikki full semja er um eitt ein persón í áttanda og størsta økisfelagnum.
Hetta var Høgni í Stórustovu eisini eitt sindur inni á í dag.
Sí eisini: - Tað verður Bjørt ella Sirið
Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen undir samgongusamráðingunum í desember 2022. Nú valskeiðið er nærum hálvrunnið, skal Tjóðveldi hava nýtt oddafólk (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tað verður ógvuliga spennandi at síggja, hvussu atkvøðurnar fella á Hotel Føroyum seinnapartin leygardagin.
Um vit telja upp eftir yvirlitinum niðanfyri, so er tað 11-9 til Sirið Stenberg, um vit siga, at øll í hvørjum økisfelag/Unga Tjóðveldi atkvøða eftir, hvønn felagið hevur skotið upp.
Síðani vanta tær átta stemmurnar hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, ið helst verða býttar nakað millum tey bæði valevnini.
Økisfeløgini hava samanlagt 28 atkvøður. Hinar tjúgu ligga hjá øðrum - millum annað tingmanningini. Hesar fara at verða avgerðandi leyardagin. Samanlagt 48 atkvøður eru. Um tað stendur á jøvnum er neyðugt við lutakasti.
Eykafloktstingið byrjar á middegi leygardagin 2. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald