Trý fólk eru deyð eftir ein skottilburð á einum sjúkrahúsi í Chicago í USA í gjár, boðaðu tíðindastovurnar frá í nátt. Talan er um eitt løgreglufólk, ein lækna og eitt sjúkrahússtarvsfólk afturat.
Løgreglan hevur, sum skilst, eisini skotið og dripið gerningsmannin, sum seinnapartin í gjár, lokala tíð, byrjaði at skjóta á Mercy Hospital í økinum South Side í Chicago.
Frammanundan hevði hann rakt minst fýra persónar við skotum, upplýsa myndugleikarnir fyri Chicago Tribune. Millum tey særdu var eitt løgreglufólk, sum seinni doyði.
Vápnaði maðurin varð skotin og dripin, tá løgreglan leup á sjúkrahúsið.
Eitt starvsfólk á Mercy Hospital fortelur fyri Chicago Tribune, at fólk vórðu ávarað yvir hátalaraskipanina. Tey fingu boð um at læsa dyrnar. Seinni vórðu øll flutt burtur, og fólk sett í bussar, sum rýmdu frá staðnum.
Sjónvarpsmyndirnar hjá eitt nú Fox News vístu fleiri fólk, sum flýggjaðu við hondunum oman fyri høvur. Eitt eygnavitni segði við tíðindafólk, at tað tyktist sum um, at gerningsmaðurin skeyt tilvildarliga eftir fólkum.
Skottilburðirnir byrjaðu eftir øllum at døma, tá gerningsmaðurin skjeyt fleiri ferðir eftir eini kvinnu á einum parkeringsplássi, og fór síðani inn í sjúkrahúsið at skjóta.
Tað er tvær vikur síðani, at ein maður sjeyt 12 fólk á eini barr í Kalifornia. Stutt frammanundan, vórðu 11 fólk dripin í eini synagogu í Pittsburgh. Tá rópti illgerðarmaðurin ”allir jødar skulu doyggja”.
Yvir 300 fólk hava latið lív í hópskjótingum í USA higartil í ár, skrivar AFP tíðindastovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald