
Í gjár vórðu tríggir persónar staðfestir positivir fyri covid-19, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Allir tilburðirnir eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, skrivar corona.fo.
Sostatt hava nú 582 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Av teimum eru 535 staðfest frísk aftur, og sostatt eru 47 positiv í løtuni.
Í gjár vórðu 584 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 195.209 kanningar nú gjørdar í Føroyum.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19. 247 eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald