Mentan

Trýfaldað framførsla í Perluni

Anton Liljedahl, Beinir og Hans Andrias við einum braki av einari konsert í Perluni 20. mars

2020-03-10 22:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

20. mars skipar Anton Liljedahl fyri eini konsert í perluni. Á sumri 2019 gav Anton fyrstu EP sína út við heitinum “Summarnætur”, ið inniheldur fimm føroysk løg. Nú er Anton til reiðar at framføra nýggja staklagið “Komi Heim”, sum var útgivið 28. Februar og framleitt í Studio Bloch. Anton og Símun Dam hava staði fyri framleiðslu. Ljóðblandað hevur navnframi grammy-nomineraði Sam Gibson í Onglandi, og mastra hevur Bruno Gruel ið hevur vunnið tvær grammy virðislønir. Anton er nú farin eftir einum meira altjóða ljóði, og hevur staklagið seinastu dagarnar fingið góð ummæli í fjølmiðlunum.

Við sær á pall hevur hann Oddur Joensen, Sámal M. Johannesen, Fríða Bjarkhamar og Høgna Jógvansson.

BEINIR verður eisini at hoyra í Perluni, og er tað ein bólkur ið er bygdur umkring og uppkallaður eftir einum ungum andliti millum føroyskar tónleikarar. Í 2019 góvu teir staklagið “Drowning in Melody” út, sum varð sera væl umtókt. Seinastu tíðina hava teir framleitt eina EP, ið hevur eina R&B/POP ljóðmynd. EP´in verður útgivin í nærmastu framtíð,  men løgini á henni vera framførd í Perluni 20. Mars.

Í bólkinum eru Beinir Troest Rasmussen, Bárður Petersen, Benjamin Djurhuus, Fríði Bjarkhamar og Jákupi Tórgarð.

Hans Andrias hevur sínar røtur í tónleikaralívinum í Klaksvík, og trínur eisini á pall í perluni.

Eftir hansara fyrstu fløguútgávu “Vision”, sum kom út síðst í 2017, hevur hann spælt eina rúgvu av konsertum runt í Føroyum og uttanlondunum. m.a. so hevur hann turnerað í Russlandi, Póllandi, Sveis, Danmark o.s.fr. Seinasta summar útgav hann vakra lagið “Burt í minnunum”, sum er fyrsta staklagið av tí komandi fløguútgávuni. Tónleikurin kann bólkast í soul/folk/americana sjangruni og løgini leiða tankarnar til sterkar kenslur og myrkar søgur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder