Innanlands

Trygd letur øllum barnagørðum súkkluhjálmar

Sambært Ráðnum fyri Ferðslutrygd minkar vandin fyri løsti við 60-80 prosent, um súkkluhjálmur verður brúktur

2022-06-17 11:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Trygd letur í hesum døgum øllum barnagørðum í Føroyum súkkluhjálmar, sum skulu vera við til at skapa tryggari umstøður fyri børn á súkklu.

Hesa ljósu ársins tíð spæla børn nógv úti í góðveðrinum, og hetta er eisini tíðin, tá ið børnini ofta eru á súkklu. Tí hevur Trygd tikið stig til at lata øllum barnagørðum í Føroyum súkkluhjálmar, ið skulu vera við til at skapa størri tryggleika í gerandisdegnum.

- Tað er bæði sunt og stuttligt at súkkla, men um trygdin ikki er í lagi, kann tað skjótt hava álvarsaman skaða við sær. Tí er tað umráðandi, at børn longu frá ungum árum læra týdningin av at brúka hjálm. Vit vilja fegin vera við til at varpa ljós á hetta evnið og á tann hátt geva okkara íkast til at skapa tryggari umstøður fyri okkara smæstu, sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.

Sambært Ráðnum fyri Ferðslutrygd minkar vandin fyri løsti við 60-80 prosent, um súkkluhjálmur verður brúktur. Hjálmurin doyvir stoytin, so slagið móti høvdinum ikki verður so hart, og javnar hann yvir ein størri flata. Skal hjálmurin verja barnið, má hann hava røttu støddina og eisini sita væl á høvdinum.

Fleiri stovnar hava longu fingið hjálmarnar, og eftir ætlan eru teir komnir út í allar barnagarðar í Føroyum áðrenn summarferiuna. Saman við hjálmunum fylgja eisini góð ráð um hjálmnýtslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder