Uttanlands

Trygdarfólkini í Kastrup hava tikið arbeiðið upp aftur

Tað varð niðurlagt í morgun orsaka av ónøgd við nakrar uppsagnir. Verkfallið hevði við sær sera langar bíðirøðir á flogvøllinum og fer at ávirka flogferðsluna komandi tímarnar

(Mynd: TV2)

(Mynd: TV2)

2020-02-05 09:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

12 roynd trygdarfólk vórðu knappliga uppsøgd, og grundarlagið var ósakligt. Hetta sigur fakfelagið, ið trygdarfólkið í Kastrup hoyrir til, um orsøkina til at stórt verkfall hevur verið á stóra flogvøllinum í morgun.  

Tað byrjaði tíðliga, og skjótt ávirkaði tað nógv, tí bert heilt fá spor í "security" vóru opin. Áleið 80.000 ferðafólk skuldu ígjøgnum Kastrup í dag, men umboð fyri Kastrup Lufthavn hava nú sagt, at talið væntandi verður áleið 66.000 ístaðin.

At so nógv fólk skuldu ígjøgnum trygdarkanning í morgun elvdi til langar bíðirøðir. Leingi vóru tær heilt út ímóti metropallinum - vanliga koma tær ikki út úr stóra rúminum, har trygdarkanningarnar verða framdar. Seinasta hálva tíman áðrenn arbeiðið varð tikið uppaftur, høvdu seks trygdarspor opið - tað tíðina, beint áðrenn klokkan 09, eru vanliga 16 opnar.

[object Object][object Object]

Niðurlagda arbeiðið varð tikið uppaftur áleið klokkan 09.15 - tað varð kunngjørt í hátalarunum, at verkfallið er av, og trygdarfólkini eru farin aftur til arbeiðis. Hetta hevur ført við sær, at seinkingar verða í Kastrup í fleiri tímar fram. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder