Uttanlands

Trygdarráðgevin hjá Trump smittaður við korona

Eingin vandi er fyri, at hann hevur smittað Trump ella Pence, verður sagt úr Hvítu Húsunum

Robert O'Brien, trygdarráðgevi í Hvítu Húsunum (Mynd: AFP)

Robert O'Brien, trygdarráðgevi í Hvítu Húsunum (Mynd: AFP)

2020-07-27 16:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Robert O'Brien, trygdarráðgevi hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, er smittaður við korona.

Hetta vátta Hvítu Húsini fyri tíðindastovuni Reuters. Lagt verður afturat, at eingin vandi er fyri, at hann kann hava smittað Trump ella varaforsetan, Mike Pence.

– Hann hevur mild sjúkueyðkenni og er hann avbyrgdur og fær røkt sítt arbeiði frá einum tryggum staði langt burtur frá Hvítu Húsunum.

Robert O'Brien er ein av ovastu ráðgevunum hjá amerikanska forsetanum, og skrivstova hansara er nærindis skrivstovunum hjá bæði Mike Pence og Donald Trump.

Robert O'Brien er millum tey embætisfólkini, sum verða kannaði dagliga.

Sambært Jyllands-Posten vórðu tvey starvsfólk í Hvítu Húsunum smittaði í mai. Eitt starvsfólk undir Mike Pence og ein tænari. Hildið verður, at O'Brien varð smittaður til eitt familjutiltak, og hevur hann ikki verið til arbeiðis í Hvítu Húsunum síðan síðst í farnu viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder