Í kjalarvørrinum á drápinum á konservativa politikaranum David Amess fríggjadagin, hevur kjak stungið seg upp um trygdina hjá politikarum í Stórabretlandi.
Bretski innlendismálaráðharrin, Priti Patel kallar drápið "eitt vitleyst álop á sjálvt fólkaræðið", og hevur hon boðað frá, at trygdartiltøkini fyri politikarar skulu endurskoðast alt fyri eitt.
M.a. eigur mann at umhugsa, hvar veljarafundir verða hildnir, og um trygdarfólk eiga at vera til staðar, sigur hon sambært Reuters.
Lindsay Hoyle, formaður í bretska Undirhúsinum, hevur eisini boðað frá, at hann ynskir at endurskoða trygdartiltøkini í bretska tinginum.
69 ára gamli David Amess varð álopin undir einum veljarafundi í kirkjuni Belfairs Methodist Church í býnum Leigh-om-Sea í Onglandi, góðir 60 kilometrar frá høvuðsstaðnum London. Amess doyði, eftir at hava verið stungin fleiri ferðir.
Stutt eftir varð ein 25 ára gamal maður, sum er undir illgruna fyri at standa aftanfyri, handtikin á staðnum. Málið verður kannað sum yvirgangur.
Fyri fimm árum síðani varð ein annar poltikari eisini dripin. Tá var tað Jo Cox, ið umboðaði flokkin Labour, sum varð stungin niður.
Les eisini: Bretskur tjóðartingslimur dripin – Málið verður kannað sum yvirgangur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald