Innanlands

Tryggingarfeløg: Misvísandi innslag hjá Kringvarpinum

Eitt innslag í Degi og viku í gjárkvøldið hevur elvt til ivamál hjá fleiri kundum. Bæði Betri Trygging og Trygd staðfesta í dag, at sethús eru nývirðistryggjað

Savnsmynd

Savnsmynd

2022-03-18 14:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bæði Betri Trygging og Trygd hava í dag sent rætting út um innslag, sum var í Degi og viku í gjárkvøldið.

Har var ført fram, at kemur eldur í eini eldri hús, kann man risikera at tryggingin ikki tekur við tí upphædd, sum tað kostar at byggja eini líknandi hús aftur.

Í Degi og viku varð víst á, at Kringvarpið í fleiri dagar hevði roynt at fingið samrøðu við Betri Trygging og Trygd um málið, men tey høvdu borið seg undan.

Men eftir innslagið er sent, og journalistur hjá Degi og viku er sendur út í býin at spyrja fólk á gøtuni um málið, koma tryggingarfeløgini við viðmerking.

----

Betri Trygging:

Rætting til Dag og viku 17.03.2022

Góðu tit øll, sum hava tryggjað tykkara hús hjá Betri Trygging.

Tað er ikki rætt, sum var ført fram í Degi og viku í kvøld (gjárkvøldið, red.).

Tað rætta er hetta: Um tú tryggjar húsini, og tey verða totalskadd - eitt nú um eldur kemur í, og tey brenna í grund - fært tú eini nýggj hús bygd uppaftur. 

Um skaðin er 50% ella meir, taka vit fyrst húsini niður og rinda síðani fyri at byggja eini nýggj. Sama slag. 

Vit tryggja tær ein bústað, ímeðan arbeiðið fer fram, og vit hava eina skaðatænastu, sum hjálpir tær at vaska og bjarga teimum lutunum, sum kunnu bjargast. 

Betri Trygging niðurskrivar IKKI hús, sum eru totalskadd - til dømis brunnin í grund - so at fólk mugu taka lán fyri at fáa tak yvir høvdið aftur.

Sambært reglunum hava vit loyvi til tað, um so er, at húsini als ikki eru viðlíkahildin í longri tið og um virðið á húsunum tí er minkað við meiri enn einum triðingi. Men hetta hendir ógvuliga sjáldan - um nakrantíð - hóast vit sambært reglunum kunnu gera tað. 

Øll vanliga viðlíkahildin og rætt tryggjað hús, sum verða totalskadd, verða endurrindað.

Vit skilja og harmast um ampan, sum faktuelli skeivleikin í Degi og viku hevur skapt, og vit svara sjálvandi fegin øllum ivamálum, sum hetta innslagið kann hava elvt til. 


Trygd:

Sethús eru núvirðistryggjað

Allir kundar, ið hava eina sethúsatrygging hjá okkum, eru fevndir av nývirðistrygging. Tað merkir, at kundar kunnu hava vissu fyri, at húsini verða bygd aftur, um skaði stendst av eldi. Hetta er galdandi uttan mun til, nær húsini upprunaliga eru bygd. Sostatt verða eini 40 ára gomul hús bygd aftur, eins væl og eini 10 ára gomul hús verða bygd aftur eftir ein eldsbruna. Trygd rindar allan byggikostnaðin.

Er talan um eini serstakliga illa viðlíkahildin hús, kann virðið á húsunum verða niðurskrivað. Tað er tó sera óvanligt, at sethús eru í so mikið ringum standi, at hetta verður galdandi. Sostatt kunnu kundar, ið búgva í einum vanligum - eldri eins væl og nýggjum - sethúsum hava vissu fyri, at nývirðistryggingin fevnir um teirra hús, og at húsini verða bygd aftur, um illa vil til.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder