Ongantíð áður hava tryggingarinngjøldini til LÍV verið so høg, sum í fyrra hálvári 2019. Samlaðu inngjøldini vóru 161,4 mió. krónur, ið er ein vøkstur á 12,6 prosent. Avkastið hjá samtakinum fyrstu seks mánaðirnar í árinum var í alt stívar 213 mió. krónur. Í sama tíðarskeiði vóru samlaðu útgjøldini til eftirlønir og tryggingar góðar 112 mió. krónur.
Vøksturin í inngjøldum til tryggingar og eftirlønir heldur fram og setti met fyrra hálvár 2019. Samlaðu inngjøldini til P/F Tryggingarfelagið LÍV vóru 161,4 mió. krónur, sum er ein vøkstur á umleið 12,6 prosent. Fyrstu seks mánaðirnar í árinum var avkastið hjá samtakinum í alt 213 mió. krónur, meðan útgjøldini til eftirlønir og tryggingar vóru tilsamans stívar 112 mió. krónur.
Meðan 2018 var eitt vánaligt ár á fíggjarmarknaðinum, hevur gongdin verið jalig fyrra hálvár í ár, har allir íløgubólkar hava givið íkast til avkastið. Serliga eru tað partabrøvini, sum eru hækkaði nógv í 2019.
Eitt alsamt lækkandi rentustøði hevur gjørt, at avkastið av lánsbrøvum hevur verið lutfaldsliga gott í fyrra hálvári í ár. Tó ger lága rentustøðið, at lívstryggingar– og eftirlønarfeløg við tryggingum við veitingartrygd mugu seta pening av til framtíðar krøv. Hækkaðu avsetingarnar til hesar framtíðar skyldur síggjast aftur í úrslitinum hjá samtakinum. Serliga er tað í úrslitinum hjá LÍV 3 eftir skatt og øktar avsetingar, at hetta ger seg galdandi.
- Vit fegnast um, at alt fleiri kundar velja at hava sínar lívstryggingar og eftirlønir hjá felagnum. Hetta skapar góðar fortreytir fyri einum bíligari rakstri, ið er til fyrimuns fyri allar okkara kundar. Føroysku íløgurnar hjá felagnum seinnu árini hava havt gagnliga ávirkan á avkastið til viðskiftafólkini. Tá ræður um tað sera lága rentustøðið, er hetta ein avbjóðing hjá øllum eftirlønarfeløgum, sigur Jan Jakobsen, stjóri í LÍV samtakinum.
Hann vísir tó á, at síðani 30. juni og fram til í dag er gongdin vend, tí renturnar eru hækkaðar nakað aftur. Hetta hevur jaliga ávirkan á avsetingarnar mótvegis framtíðar skyldum.
Rakstrarkostnaðurin av P/F Tryggingarfelagnum LÍV fellur alsamt og lækkaði við 742.000 krónum
í fyrra hálvári 2019, sum svarar til eitt fall uppá 8 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Fyrra hálvár í tølum
P/F LÍV Holding (LÍV 1) Javni 138,5 mió. kr. Úrslit eftir skatt og øktar avsetingar -7,2 mió. kr. Eginogn 129,5 mió. kr.
P/F Tryggingarfelagið LÍV (LÍV 2) Íløguavkast 111,7 mió. kr. Javni 2.743 mió. kr. Rakstrarkostnaður 8,6 mió. kr. Úrslit eftir skatt og øktar avsetingar -7,1 mió. kr. Eginogn 90,4 mió. kr.
P/F LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelag (LÍV 3) Íløguavkast 102 mió. kr. Javni 2.051 mió. kr. Rakstrarkostnaður 2,4 mió. kr. Úrslit eftir skatt og øktar avsetingar -358,5 mió. kr. Eginogn -1.452 mió. kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald