Í dag vóru fleiri yvirgangsatsóknir í Sri Lanka, har 207 hava latið lív og 450 sambært BBC eru løstaði.
Danmarks Radio veit at siga, at ímillum tey 207, sum hava latið lív, eru 3 danir og 27 aðrir útlendingar. Tey skriva eisini, at Lars Løkke Rasmussen er komin heim úr páskaferiu í Føroyum, eftir at tað er staðfest, at danir eru ímillum tey deyðu.
Uttanríkistænastan (DA: Udenrigsministeriets Borgerservice) váttar eisini á Twitter, at trýggir danir eru ímillum tey deyðu.
Udenrigsministeriets Borgerservice kan bekræfte, at tre danskere er dræbt i forbindelse med terrorangrebene. De pårørende er underrettet. Der er foreløbigt ikke meldinger om yderligere danske dræbte.
— Udenrigsministeriets Borgerservice (@UMBorgerservice) April 21, 2019
Talan var um til samans 8 bumbuatsóknir á gistingarhús og krikjur í høvuðsstaðnum í Sri Lanka Colombo. Trýggjar bumbur brustu fyrst í gistingarhúsum, áðrenn trýggjar aðar brustu í kirkjum, sum vóru fullar orsaka av páskaguðstænastu.
Nakrar tímar seinni brustu tvær aðrar eitt sindur uttanfyri høvuðsstaðin.
Enn hevur ongin tikið ábyrgd fyri yvirgangsatsóknirnar, men hernaðarministarin, Ruwan Wijewardene, sigur, at talan er um yvirgang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald