Aftur í kvøld minkaði av tí einaferð so stóru gekkaupphæddini. Eydna Frederiksberg úr Klaksvík gjørdist í kvøld 400.000 krónur ríkari.
- Vit hoppa og dansa her. Líltadiddan er bara tvey ár, og hon veit ikki hvat hendir her.
Tað var frøi í Klaksvík í kvøld tá Monica Ósá Henriksen gjørdist dagsins dóttir og tryggjaði mammu sínari 400.000 krónur.
Mamma hennara fekk fulla plátu, og Monica ringdi inn sum fjarritari. Gekkaupphæddin í kvøld var 1,2 milliónir, og Eydna Frederiksberg valdi deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar soleiðis at 400.000 krónur vóru í hvørjum.
Í báðum teimum fyrstu royndunum lendi hon á 15.000, men valdi í báðum førum at royna eydnuna enn einaferð. Og tað gjørdi hon rætt, tí í triðja snari lendi hon á gula leypinum.
400.000 skattafríar krónur til Klaksvíkar.
Altsamt meira verður etið av gekkaupphæddini, og í næstu viku verða 900.000 krónur uppá spæl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald