2020-02-05 20:02

Nýggja trýsttangaskipanin í Klaksvík er nú klár at brúka.
Í vikuni fara fyrstu føroysku kavararnir at gera venjingar við skipanini.
Trýsttangaskipanin í Norðoyggjum hevur góðkenning bæði sum trýst- og viðgerðarskipan, og kann føroyska heilsuverkið tí brúka skipanina til ymiskar viðgerðir.
Harumframt kann viðgerðarskipanin eisini vera ein góð tiltaksskipan hjá gomlu trýsttangaskipanini hjá føroysku tilbúgvingini.
– Faroedive
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald