Mentan

Trýstur av umhvørvisfelagsskapi: Robert Plant kemur ikki á G!

Er trýstur av umhvørvisfelagsskapi. Festivalurin rindar pengarnar aftur til tey, ið hava keypa atgongumerki bert fyri at hoyra heimskenda bretska sangaran

2020-02-28 11:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

G! boðar í dag frá, at bólkurin Saving Grace við Robert Plant & Suzi Dian hava avlýst sína framførslu á G! 2020.

Bólkurin varð bókaður til at framføra leygardagin 18. juli, men hevur nú avlýst. Sambært management hjá Robert Plant er orsøkin, at Robert Plant hevur fingið negativa umtalu frá umhvørvisfelagskapinum Blue Planet Society viðvíkjandi grindadrápi.

Í fjør var grindadráp eisini orsøk til, at sjálvt høvuðsnavnið á festivalinum, Lewis Capaldi, beint undan festivalinum boðaði frá, at hann kortini ikki vildi koma til Føroya.

Sigvør Laksá, stjóri á G!, sigur soleiðis um støðuna:

- Vit eru bæði vónbrótin og misnøgd við hesa avgerð. Vit hava glett okkum ótrúliga nógv og hava verið fegin um tann stóra áhugan og góðu móttøkuna, ið veruliga hevur ført til ein Robert Plant fepur í Føroyum.

- Vit eru serliga vónbrotin av, at vit ikki fingu møguleikan at samskifta beinleiðis við management hjá Robert Plant, har vit kundu havt sagt okkara søgu og kanska fingið hann at hugsa umaftur. Robert Plant hevur so seint sum í 2019 spælt bæði í Noregi og Íslandi har stórhvalur verður veiddur við handilssligum vinningi. Tað ger tað uppaftur truplari hjá okkum at skilja hesa avgerðina.

- Hetta er ein stórur smeitur fyri festivalin, og eru vit noydd til at umhugsa mátan og karmarnar rundanum framleiðslu av G! í framtíðini.

G! festivalurin bjóðar seg nú til at endurrinda pengarnar aftur til fólk, sum hava keypt atgongumerki bert fyri at hoyra Robert Plant á Gøtusandi.

Hetta er bert galdandi fyri atgongumerki, ið eru seld eftir, at Saving Grace varð kunngjørdur og fram til dagin í dag, 28. februar. Boðast skal frá innan sjey dagar. 

(tekstur broyttur kl. 18.22)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder