Innanlands

Trýtur ikki við hjálp

Ein persónur við barni at forsyrgja, spurdi fyrr í dag um hjálp á Facebook-bólki. Og nógv hjálp er at heinta hjá viðkomandi, tí føroyingar vilja fegnir hjálpa við mati og við pengum

2022-09-20 20:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá á stendur, eru føroyingar hjálpsamir. Tað sæst týðiliga á Facebooksíðuni “Ókeypis!” í dag.

Ein hevur skrivað dulnevnt út á bólkin, at viðkomandi er komin í eina støðu, sum hann ynskir hjálp at koma burturúr.

- Eg skrivi dulnevnt, tí hetta er eitt eymt evnið. Eg eri í eini sera keðiligari støðu. Konto’in er dundrandi minus. Eg havi eitt barn at forsyrgja, skrivar viðkomandi.

Hesin persónurin sigur seg mangla mat, so sum eplir, pálegg, grønt, frukt, egg og døgurðamat. Viðkomandi býr ikki í Havn, men hevur ymisk ørindi í Havn, og tí vantar eisini peningur í til bensin ella buss.

Og tað trýtur ikki við hjálp.

Higartil eru tað omanfyri 170 fólk, sum hava viðmerkt uppslagið, og tey allarflestu bjóða sær til at hjálpa. Onkur við mati og onkur beinleiðis við peningi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder