Mentan

Tummas Eliasen seinasta starvsdag í Klaksvíkar kommunu

Tummas hevur verið kommunutjóri í meira enn átta ár, og hevur staðið á odda fyri nógvum ymiskum verkætlanum

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2021-08-20 17:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin í dag varð skipað fyri fráfaringarløtu fyri Tummas Eliasen, kommunustjóra, nú hann gevst í starvi sínum í Klaksvík. Tummas hevur verið kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu í yvir 8 ár. Hann hevur, í síni tíð sum kommunustjóri, staðið á odda fyri nógvum ymiskum verkætlanum, umframt at hann hevur umskipað og gjørt týðandi bygnaðarbroytingar í kommununi.

Nú Tummas gevst í starvinum, hevur Rúni Rasmussen tikið við sum kommunustjóri. Rúni byrjaði í starvinum 1. august og hava teir báðir arbeitt tætt saman hendan seinasta mánaðin, soleiðis at staffettin kundi gevast trygt víðari.

Á skránni í dag vóru m.a. røður, lætt ábit og sangframførsla.

Vit endurgeva her røðuna, sum borgarstjórin helt:

Góði Tummas

Í dag verður sett punktum fyri ein kapittul, sum vit í Klaksvíkar kommunu eru sera heppin um, at tú fórt undir at skriva, um man so kann siga.

Tú ert ímyndin av einari stórari broyting, sum varð framd av býráðnum í 2012.

Øll vita, at góð hugskot hava fleiri síður. Hetta var eisini galdandi fyri støðuna, sum Klaksvíkar býráð tá tók.

Tú vart fyrsti kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu, og fekk til uppgávu at skipa umsitinga av nýggjum.

Á pappírinum ljóðar tað sum ein sera spennandi uppgáva at fara undir hjá einum nýggjum stjóra. Men avgjørt eisini avbjóðandi.

Nýggj størv skuldu setast, og kravdi tað eina kollveltandi umskipan hjá fleiri av starvsfólkunum í umsitingini.

Tað kann ikki hava verið nøkur løtt uppgáva. Men nú standa vit her. 8 ár seinni, og øll smílast.

Sum stjóri hevur tú víst ómetaliga stórt álit til tíni starvsfólk. Tú hevur givið starvsfólkum frælsi til at skipa seg, og tað hevur tú havt álit á, at tey megna.

Síðan árslok hava vit báðir starvast saman. Og eg má siga – eg eri imponeraður av, hvussu gott minni tú hevur. Øll tølini, sum tú kanst hava í høvdinum, er imponerandi. Og tað er líka mikið um tað er í prosentum ella í 100-pørtum.

Avbjóðingin kann so til tíðir verða, at tá ið tú veruliga fert á flog, so eru vit fleiri, sum missa tráðin.

Tó skal vera sagt - og hetta hava fleiri starvsfólk eisini nevnt – Tú ert ótrúliga dugnaligur til at lýsa fløkjaslig mál einkult.

Tað hevur mangan verið gott í samband við truplar støður.  


Góði Tummas

3. mars í ár bórust tíðindi í kringvarpinum – ikki bara einaferð, men fleiri ferð – at Klaksvíkar kommuna skuldi hava nýggjan kommunustjóra, tí Tummas Eliasen fór frá fyri aldur. Hetta fall tær tungt fyri bróstið, tí frá fyri aldur var ikki støðan. 

Tað er heldur ikki løgið, tí tú hevur ein ótrúligan arbeiðsvilja, og framvegis ómetaliga nógv at bjóða uppá, og so ert tú eisini yngri enn eg.

Tí eri eg vísur í, at títt íkast til m.a. Navigare, har tú fert at brúka nakað av tíni arbeiðsorku, verður til gagns fyri fyritøkuna.

Men eg vóni eisini, at tú fert at raðfesta tíðina til sílaveiðu og góðar kaffimunnar í náttúruni. Og ikki minst tíð saman við familjuni.

Eg má nevna eina stuttliga søgu, sum ein av tínum starvsfelagum segði mær, tí eg haldi hon lýsir ótrúliga væl, hvussu tú ert.

Tú ert als ikki bangin fyri at siga tína hjartans meining, og so ert tú líka við øll.

Høgur sum lágur. Um etikettin er stjóri í Betri banka ella eigari av egningarskúri nr. 11, so fáa øll somu viðferð.

Tað er eisini galdandi fyri veitarar sum koma á gátt.

Ein dagin var fundur við fínar slipsamenn úr havn, sum gjarna vildu selja kommununi okkurt, sum sølumenninir avgjørt hildu at kommunan átti at gera eina íløgu í.

Knappliga letur í Tummas.

“Tit eru sum MBM. Tit hava ikki annað í hyggju enn at mjólka kommunukassan”.


Góði Tummas!

Álit fram um eftirlit. Tað eru orðini, sum flest av tínum starvsfólkum seta í samband við teg.

Hvussu úrslitið av tí so hevur verið, tað kann altíð diskuterast, og verður tað upp til nýggjan stjóran at meta um.

Góði Rúni! Hjartaliga vælkomin í starvið, sum nýggjur kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu.

Eg vil við hesum ynskja tær vælkomnum í starvið og blíðan byr.


Til seinast vil eg vegna Klaksvíkar býráð takk fyri títt íkast til kommununa, Tummas.

Somuleiðis vil eg saman við starvsfólkunum ynskja tær blíðan byr og nógv góð ár framyvir saman við konuni og tykkara kæru.

HARRIN signi teg og øll tíni.

Alt tað besta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder