
Tummas Frank Joensen hevur fingið handað tænastumedalju fyri trúgva tænastu.
Hetta varð hátíðarhildið heima hjá Tummas Frank í Skúvoy mikudagin 17. mars. Tiltakið var væleydnaðað - tað varð hildið saman við familju, vinum og starvsfeløgunum.
Hetta skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari
Tummas Frank hevur siglt sum dekkari hjá Strandferðsluni við átta ymsum skipum á ymsum farleiðum, og traðkaði hann í land fyri síðstu ferð av Teistanum í fjør. Tá hevði hann arbeitt hjá Strandferðsluni í 40 ár.
Tummas Frank Joensen fekk eina gávu handaða, har øll átta skipini hann hevur siglt við, eru avmyndaði.
Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluni, handar Tummas Frank Joensen tænastumedaljuna fyri trúgva tænastu (Mynd: ssl.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald