Innanlands

Tummas í Garði heldur røðu á flaggdagshaldinum á Strondum

Tað byrjar klokkan 17 í morgin við Sjóvarlon. Sangur veður reisini á skránni, og aftaná eru kaffi og køkur og bygdakviss í bygdahúsinum.

Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum vitjar á Strondum (Mynd: Sverri Egholm)

Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum vitjar á Strondum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-04-24 16:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin, hósdagin 25. apríl, klokkan 17.00 verður skipað fyri flaggdagshaldi á Strondum.

Heimasíðan hjá Sjóvar kommunu skrivar, at byrjað verður við skrúðgongu niðan í bygdahúsið.

Har verður flaggrøða og sangur. Tað verður Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, sum í ár heldur flaggrøðuna.

- Síðani verður boðið til kaffi og køkur og bygdaquiz í bygdahúsinum, skrivar sjovar.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder