Innanlands

Tummas Kannuberg virkandi sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi

Sóknarpresturin, Símun Persson Jacobsen, hevur fingið lestrarfarloyvi frá 1. januar – 31. mai, og í hesum tíðarskeiðinum røkir Tummas Kannuberg embætið

(Mynd: Fólkakirkjan)

(Mynd: Fólkakirkjan)

2024-01-20 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, sunnudagin 21. januar verður Tummas Kannuberg virkandi sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi.

Sóknarpresturin, Símun Persson Jacobsen, hevur fingið lestrarfarloyvi frá 1. januar – 31. mai, og í hesum tíðarskeiðinum røkir Tummas Kannuberg embætið, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.

Tummas Kannuberg er ættaður úr Leirvík og tók prógv sum gudfrøðingur á Keypmannahavnar Universiteti í 2021. Hann hevur síðan m.a. starvast sum námslektari á námsvísindadeildini í Fróðskaparsetri Føroya og sum virkandi sóknarprestur í Sparkær-Gammelstrup og Stoholm í Viborg Stift, har hann hevur verið prestur í eitt gott ár.

Dómprósturin Uni Næs skipar Tummas Kannuberg í embætið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder