Innanlands

Tummas Láadal 35 ára starvsdag

Tá ið Tummas er til staðar, kenna gestirnir seg tryggar.

(Mynd: Hotel Føroyar)

(Mynd: Hotel Føroyar)

2026-11-06 21:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjár hátíðarhelt Hotel Føroyar 35 ára starvsdag hjá Tummasi Láadal.

- Í øll hesi ár hevur Tummas verið ein trúfastur partur av okkara virksemi. Hjá nógvum av okkara gestum og starvsfólkum er hann vorðin eitt andlit og eitt eyðkenni fyri Hotel Føroyar - og enntá eitt eyðkenni fyri tænastuvinnuna í Føroyum, skrivar Hotel Føroyar.

[object Object]

- Við sínum drúgvu royndum og stóra yrkiskunnleika innan tænastu hevur hann sett síni fingramerki á óteljandi upplivingar og tiltøk – bæði á Hotel Føroyum og runt um í landinum. Tá ið Tummas er til staðar, kenna gestirnir seg tryggar.

- Góði Tummas. Takk! Takk fyri títt trúfesti, títt stóra arbeiði og allar tær óteljandi løturnar, tú hevur verið við til at skapa, skrivar Hotel Føroyar.

Dagurin varð hátíðarhildin við gávum, røðum og góðum mati.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder