Innanlands

Tummas Lervig Lions-forseti

Forsetaskifti hevur verið í Lions Club Eysturoy/Klaksvík

Tummas Lervig v.m tekur við sum nýggjur forseti í Lions Club Eysturoy/Klaksvík eftir forsetan seinasta  tvey árið, Petur Gaardlykke

Tummas Lervig v.m tekur við sum nýggjur forseti í Lions Club Eysturoy/Klaksvík eftir forsetan seinasta tvey árið, Petur Gaardlykke

2022-05-03 12:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Forsetaskifti hevur verið í Lions Club Eysturoy Klaksvík, sum hevur 53 ár á baki og er næst elsti Lions-klubbi í landinum. Tummas Lervig hevur tikið við sum nýggjur forseti eftir Petur Gaardlykke.

Skipanin við forsetasessinum er tann, at eingin kann sita sum forseti meira enn tvey ár í senn, og tí er forsetaskifti fastur táttur á ørðum hvørjum ári.

Nýggi forsetin hevur havt tvey ár til at fyrireika seg til uppgávuna, tí skipanin er soleiðis, at komandi forsetin fyrst situr tvey ár sum varaforseti, so hann er klárur at taka uppgávuna á seg.

Nevndin í Lions Club Eysturoy/Klaksvík sær annars soleiðis út hesi  næstu tvey árini.: Tummas Lervig er forseti, Jan E. Petersen varaforseti,  Petur Gaardlykke skrivari, Jóhan Petersen kassameistari. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder