Uttanlands

Tunesia givið kvinnum forboð móti at fjala andlitið

Talan er um triðja muslimska landi í norðurafrika, ið ikki loyvir nýstlu av burka og niqab

2019-07-15 10:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kristiligt Dagblad skrivar, at stjórnaleiðarin Youssef Chahed hevur tikið avgerð um, at tað er ikki loyvi at fjala andlitið í almennum bygningum. Hetta kemst av, at landið hevur verið rakt av trimum sjálvmorðsatsóknum seinastu tvær vikurnar. Tunesia er ikki tað fyrsta muslimska landið i Norður- og Vesturafrika, som seinastu tíðina hevur sett forboð fyri hesum í stríðnum ímóti yvirgangi og víðgongdum virksemi av islam.  

Tunesia er tað triðja muslimska landið í Norðurafrika, sum hevur sett forboð í verk ímóti at fjala andlitið. Hetta er ikki ein siður í hesum londinum, og Tunesia, saman við øðrum londum, vil ikki hava, at hetta verður útbreitt. Algeria og Marokko hava eisini fyri stuttum givið líknandi forboð og avmarkingar, og í londum í Vesturafrika og eisini sunnanfyri Sahara er niqab-forboð eisini sett í verk.

Hetta er eitt úrslit av saudiarabiskari ávirkan, og hetta vil man steðga í hesum londunum, tí tað kann føra til til víðgongt virksemi. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder