Uttanlands

Tunesia: Koppsettu yvir hálva millión sama dag

Norðurafrikanska landið fekk herfyri yvir seks milliónir skamtar frá vesturlendskum og arabiskum londum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-08-09 15:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin vórðu yvir ein hálv mió. fólk koppsett fyri koronu í Tunesia, tá myndugleikarnir settu eitt átak í gongd fyri at fáa koppsett øll yvir 40 ár. Tað upplýsir tunesiska heilsumálaráðið.

Higartil hava myndugleikarnir í landinum annars raðfest koppseting av teimum, sum eru eldri enn 50 ár umframt fólk, ið starvast í heilsuverkinum ella innan onnur serliga útsett øki.

Hópkoppsetingin sunnudagin varð framt, eftir at Tunesia herfyri fekk yvir seks mió. skamtar frá vesturlendskum og arabiskum londum.

Sunnudagur varð útnevndur til "opin dagur" fyri koppseting, og tilsamans vórðu 551.008 koppsetingar gjørdar á fleiri enn 300 koppsetingarstøðum, skrivar Ritzau.

Talan er um størsta talið á koppsetingum, ið eru gjørdar í ein dag í norðurafrikanska landinum.

Ætlanin er, at í minsta lagi helvtin av teimum 11,6 mió., sum búgva í landinum, skulu vera koppsett í minsta lagi eina ferð miðskeiðis í oktober.

Sambært Johns Hopkins University hevur Tunesia skrásett yvir 600.000 smittutilburðir og yvir 20.000 andlát í sambandi við koronu.

Eins og í øðrum londum er tað í løtuni serliga Delta-frábrigdið, sum ger um seg. Heimsheilsustovnurin (WHO) sigur, at tað er Delta-frábrigdið, sum er orsøk til yvir 90 prosent av smittutilburðunum í Tunesia. Men smittustøðan í landinum sær kortini út til at batna.

Sambært heimasíðuni Our World in Data vórðu 8,2 prosent av tunesiska fólkinum liðugt koppsett 4. august. Síðani skulu tey, sum fingu seinnu koppsetingina sunnudagin, leggjast afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder