Uttanlands

Tung rakettálop á Ukraina í morgun

Yvir hundrað rakettbumbur hava rakt landið í roynd at oyðileggja týðandi infrakervi

Eldur í bilum á gøtunum í Kherson eftir russisk rakettálop (Mynd: Reuters)

Eldur í bilum á gøtunum í Kherson eftir russisk rakettálop (Mynd: Reuters)

2022-12-29 08:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein bylgja av rakettum hava í morgun rakt Ukraina. Tað skrivar Oleksiy Arestovych, sum er ráðgevi fyri ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, á Facebook.

Sambært ráðgevanum eru yvir hundrað rakettbumbur skotnar í fleiri førum. Ein annar av ráðgevum Zelenskyjs, talsmaðurin Mykhajlo Podoljak, nevnir á Twitter, at talan er um 120 rakettir.

- 120+ rakettir yvir Ukraina skotnar av “ónda russiska heiminum” fyri at oyðileggja infrakervið og drepa sivilfólk í hópatali, skrivar hann.

Spreingingar eru hoyrdar í Kyiv, Zjytomyr og Odesa, skrivar Reuters. Eisini Kharkiv er raktur, sambært borgarstjóranum í býnum, Ihor Terekhov.

Álopini byrjaðu umleið klokkan 8.15 lokala tíð í morgun. Skotið varð frá skipum í Svartahavi, skrivar The Guardian. Tey hava tíðindini frá ovastanum fyri hernaðarumsitingini, Oleksandr Vilkul.

Eisini hava loftávaringarlúðrarnir ljóðað kring alt landið, verður sagt.

Í fleiri landslutum, eitt nú Odesa og Dnipro, hevur streymslit verið. Hetta varð gjørt fyri at minka um váðan fyri skaða á streymveitingina, skrivar Reuters.

Í gjár varð eitt sjúkrahús í Kherson rakt av russiskum rakettum, upplýsir skrivstovustjórin hjá Volodymyr Zelenskyj, Kyrylo Tymoshenko. Ongin fekk skaða í hesum álopinum.

Russland visti í gjár aftur eitt uppskot um friðaravtalu við Ukraina, um ikki teir fýra landslutirnir, Donetsk, Kherson, Luhansk og Zaporizjzja vórðu viðurkend sum russisk økir. Fyri Ukraina, hinvegin, er tað eitt krav, at hesir landslutirnir umframt Krim hálvoyggin gerast ukrainsk, skrivar Ritzau. 

Les eisini: Russland vil hava fýra landslutir frá Ukraina


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder