Mentan

Tungir dreingir á Reinsarínum og Auluni

Hanus G., Teitur, MC Hár, Son of Fortune og Stanley, Martin og Kári P. kunnu upplivast á palli í næstum

Teitur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Teitur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-17 09:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fleiri av tungu dreingjunum innan føroyska tónleikaheimin kunnu upplivast í næstum á palli í Reinsarínum og Aulini í Finsen í Havn.

Tórsgøta hevur júst kunngjørt konsertskránna fyri komandi tiðina.

[object Object]

Leygarkvøldið 26. oktober verður møguleiki at hoyra Hanus G. Johansen syngja eitt úrval av síni stóru rúgvu av løgum til yrkingar, serliga eftir Poul F. Joensen og norska Jakob Sande.

Leygardagin eftir er møguleiki at hoyra kanska størsta mannliga navnið á føroyska tónleikapallinum. Teitur Lassen hevur konsert í Auluni leygarkvøldið 2. november, og har fær hann høvi at spæla upp á nýggja Steinway flyglið, sum er keypt til konsertstaðið.

[object Object]

Sama kvøld verður larmað heldur meira í Reinsarínum, tá 90-ara bólkurin MC Hár við Niels Una Dam sum frontmanni, kemur saman aftur til framførslu. Hetta er fyrsta konsertin í trý ár hjá MC Hár.

[object Object]

Fríggjakvøldið 8. november fer Son of Fortune á pallin í Reinsarínum. Talan er um sangaran og guittarleikaran Benjamin Petersen, sum hevur verið í USA og tikið upp nýggja fløgu, ið kemur út til várs. Fyrsta staklagið frá fløguni kemur tó út beint undan hesi konsertini í Reinsarínum.

[object Object]

Leygarkvøldið 16. november eru tað tríggir tungir dreingir, sum fara á pall saman at syngja síni egnu løg. Talan er um teir tríggjar Stanley Samuelsen, Kára P. og Martin Joensen, sum fara at skiftast at syngja og tosa um sínar sangir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder