Tað gjørdist heldur trongligt á landsvegnum millum Hvítanes og rundkoyringina til Eysturoyartunnilin eitt skiftið seinnapartin, tá ein tungur betongbilur kom heldur illa fyri.
Hann var komin ov langt út í vegjaðaran, og smokkaði, so hann ikki slapp uppaftur. Hetta var millum klokkan 15 og 15.30 seinnapartin.
Ein annar bilur frá somu fyritøku kom bilinum til hjálpar, og tá gjøgdist so trongligt, at bilaferðslan ikki sluppu framvið.
Løgreglan var á staðnum, og gav boð til føraran á bilinum, ið var komin til hjálpar, um at førka seg aftur, fyri at teir nógvu bilarnir, sum bíðaðu, kundu sleppa ígjøgnum. Tá tað ringasta var av, slapp bilurin framat aftur, og fekk hálað smokkaða bilin uppaftur í øllum góðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald