Innanlands

Tunlar: Vit hava ikki gloymt tykkum - men vit kunnu ikki seta dato á

Einki ítøkiligt verður nevnt um tunlar í samgonguskjalinum. Men tunlarnir Norður um Fjall eru ikki gloymdir, vissa formenninir í samgonguni um

Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen og Jenis av Rana (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen og Jenis av Rana (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-14 21:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Samgonguskjalið hjá ABH-samgonguni nevnir einki ítøkiligt um tunlar, vegastubbbar og ferjur. Bara at hesar íløgur verða raðfestar.

Men fólkini sum búgva í smábygdum, og har tunlar hava verið ávegis í áravís, eru ikki gloymd, vissa teir tríggir floksformenninir í samgonguni um.

- Eg vil nýta hendan møguleikan at senda ein heilsan til tey, sum búgva eystan Múla, í Fámjin og í øðrum smábygdum: Vit hava ikki gloymt tey, sjálvt um tey ikki verða nevnd í samgonguskjalinum. Hatta er nakað, vit fara til verka við tá vit hava fingið innlit í, hvussu fíggjarliga støðan er í samfleagnum í heila tikið. Tað er ikki nemt at finna útav, segði Jenis av Rana.

- Eg haldi at politiska skipanin samlað sæð er samd um, at teir næstu tunlarnir aftaná Hvalbiartunnilin er verkætlanin at gera nýggjar Tunlar norður um fjall, segði Bárður á Steig Nielsen.

Jørgen Niclasen sigur, at tað er vandamikið at seta dato á

- At seta dato á er vandamikið, men vit fara at arbeiða við øðrum loysnum og vita um tað kann framskundast. Vit mugu hava eitt sindur av tíð, og vita um vit fáa undirtøku fyri teimum, sigur Jørgen Niclasen.

Sí alt samgonguskjalið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder