Innanlands

Tunlarnir norður um Fjall góðkendir til almenna ferðslu

Nýggju tunlarnir lata upp fyri almennari ferðslu aftaná hátíðarhaldið tíðliga seinnapartin hósdagin

Marjun Weihe Thomassen, stjóri á Landsverki, Hallgrím Hansen, løgreglan, og Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum (Mynd: Landsverk)

Marjun Weihe Thomassen, stjóri á Landsverki, Hallgrím Hansen, løgreglan, og Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum (Mynd: Landsverk)

2024-12-18 22:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsverk og Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hava í dag góðkent Tunlarnar Norður um Fjall til almenna ferðslu. 70 fólk tóku lut í stórari venjing í Árnafjarðartunlinum í gjárkvøldið.

Landsverk og Arbeiðs- og brunaeftirlitið hava gjøgnumgingið projektið, tilbúgvingina og trygdarútgerðina í Tunlinum Norður um fjall, men áðrenn tunlarnir Norður um Fjall kundu endaliga góðkennast til almenna ferðslu, skuldi trygdarútgerðin í tunlinum trýstroynast í einari stórari venjing. Venjingin var í gjárkvøldið 17. desesember.

Umleið 70 fólk frá Politinum, Klaksvíkar Sløkkiliði, Heilsuverki Føroya, Ambulansutænastuni og Landsverki tóku lut í venjingini, sum royndu tilbúgvingarætlanina, tøknina, mannagongdir og eftirkannaði ventilatiónsskipanina og samskiftisútgerðina í tunlinum.

Allir partar høvdu egnar eygleiðarar við, sum aftaná skrivaðu hvør sína frágreiðing um venjingina. Politiið, sum er leiðandi samskipari í tilbúgvingini, tók saman um niðurstøðurnar og hevur góðkent tilbúgvingina í Tunlunum Norður um Fjall. Landsverk hevur gjøgnumgingið niðurstøðurnar frá venjingini og hevur í dag staðfest, at Tunlarnir Norður um Fjall lúka øll myndugleikakrøv og tískil kunnu lata upp fyri almennari ferðslu. Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur somuleiðis brunagóðkent Tunlarnar Norður um Fjall til almenna ferðslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder