Innanlands

Tunnilsprísurin minkar fyri pendlarar

Eysturoyartunnilin setir hámark til 2100 krónur um mánaðin. Gjaldið fyri teir fyrstu 40 túrarnar í mánaðinum verður tó tað sama sum nú

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-06-30 10:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eysturoyartunnilin setir nú nýggja prísskipan í verk, so at ongin persónbilur kemur at rinda meira enn 2.100 krónur um mánaðin í tunnilsgjaldi. Hetta verður galdandi frá í morgin, 1. juli.

Skipanin ber í sær, at tá ein persónbilur hevur koyrt 40 túrar gjøgnum tunnilin, so verður onki gjald tikið fyri eftirfylgjandi túrar í mánaðinum.

Tað boðar tunnilsfelagið frá á Facebook-vanga sínum í dag.

Hetta er galdandi fyr tey, sum koyra millum Hvítanes og Runavík/Strendur. Tilsvarandi verður mesta gjald fyri túrar tvørtur um fjørðin er 700 krónur um mánaðin.

Skipanin nú er, at goldið verður 75 krónur fyri (25 krónur fyri Rókin/Strendur)teir fyrstu 10 túrarnar. Síðan lækkar gjaldið til 65 (22) krónur fyri túrarnar 11-20, til 40 (13) krónur fyri túrarnar 21-30 og 30 (10) krónur fyri túrarnar 31-40.

Henda skipanin kom í gildið á nýggjárinum. Munurin nú er, at prísirnir fyri túr nummar 40 og hareftir í sama mánaði verður ókeypis. Í løtuni verður goldið 30 (10) krónur fyri allar túrar oman fyri túr nummar 30.

(Tekstur broyttur. Nýggja prísskipanin varð í upprunatekstinum sammett við eina gamla skipan, ið var galdandi fram til nýggjárs)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder