Tupperware er ein av kendu merkjunum, tá tað snýr seg um húsarhald. Slíka eskjur hýsa millum annað mati í mongum húsum, og í Føroyum og aðrastaðni hevur tað ikki verið óvanligt at havt sonvendar "Tupperwareparty".
Amerikanska felagið frá 1946 hevur tó havt eina tunga tíð seinastu árini, og í september 2024 fór tað í roynd og veru á húsagang.
Í Norðanlondum og aðrastaðni varð navnið hjá Tupperware skjótt keypt, og ein roynd varð gjørd at halda tí koyrandi.
Hetta eydnaðist tó ikki, og statstidende.dk vísti í gjár, at Tupperware Nordic, sum stendur fyri salið hjá ketuni í Norðanlondum, endaliga er farið á heysin.
Aðrar heimasíður skriva í dag um, at stóra Tupperware-verksmiðjan í Belgia nú er stongd. Soleiðis verður eisini aðrastaðni, og framleiðslan av vørum av merkinum kring heim verður sum skilst lutfalsliga lítil framyvir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald