Innanlands

Túrarnir við Smyrli taka longri tíð

Veðrið um vikuskiftið hevur við sær, at Smyril siglur vestanfyri. Strandferðslan boðar eisini frá, at seinkingar ella avlýsingar kunnu væntast á øllum sjóleiðum

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

2019-12-06 16:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Túrarnir við Smyrli um vikuskiftið verða eitt sindur longri enn vanligt. Orsøkin er vánaliga veðrið, sum veðurstovurnar boða frá, og at strandfaraskipið tí siglir vestanfyri.

Hetta hevur við sær, at túrurin kann roknast við at taka 30 minuttir longri enn vanligt, upplýsir Strandferðslan á heimasíðuni.

Strandferðslan boðar eisini frá, at fyri veður kann væntast at seinkingar, broytingar ella avlýsingar vera leygardagin og sunnudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder