Løgmansskrivstovan hevur nú fingið endaligu frágreiðingina frá kanningarleiðaranum, Jens Nørtved, í tænastumannakanningini av Turid Arge, aðalstjóra í Heilsumálaráðnum.
Kanningarleiðarin staðfestir í sínari niðurstøðu, at tey viðurskifti, sum umboðsmaðurin átalaði, og Løgmansskrivstovan reisti illgruna um, eru framd av aðalstjóranum. Kanningarleiðarin sigur í niðurstøðuni, at Turid Arge hevur brotið § 9 stk. 1 í tænastumannalógini, við at seta til viks ásetingar í innlitslógini, fyrisitingarlógini og lóg um Løgtingsins umboðsmann.
Kanningarleiðarin varð eisini biðin um at koma við einum tilmæli um, hvørjar avleiðingar niðurstøða hansara skuldi hava. Kanningarleiðarin mælir til at Turid Arge fær eina átalu.
Nú ein niðurstøða fyriliggur, hava Løgmansskrivstovan og Turid Arge gjørt semju um, at Turid Arge fer úr starvi sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og í staðin verður ráðgevi í Løgmálaráðnum.
Semjan inniber, at Turid Arge varðveitir sína aðalstjóraløn, men eftir trý ár fellur serliga aðalstjóraviðbótin burtur.
Løgmansskrivstovan fer eftir summarfrítíðina at lýsa starvið sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum leyst.
Bjørgfríð Ludvig heldur fram sum fyribilssettur aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, til nýggjur aðalstjóri er settur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald