Eftir aðalfundin hjá Yngri Læknar Føroyar, eru framdar broytingar í nevndini. Formaðurin seinastu fýra árini, Marnar Fríðheim Kristiansen, takkar fyri seg, og í hansarastað kemur Turið Jónleyg Rein.
Hini í nevndini eru: Aksel Kambsskarð Berg, næstformaður, Rebekka Blak, Billa Foldbo, Bára Randrup, Barbara Eysturoy og Eyðbjørg Gaard.
Til aðalfundin bleiv semjan sum varð gjørd við Fíggjarmálaráðið um sáttmála fyri 2022-2025 eisini viðtikin.
Ronja Midjord Mikkelsen, Sanna á Borg, Sólfríð Jacobsen og Marnar Fríðheim Kristiansen gevast í nevndini.
- Tað er nokk hjá nýggju nevndini at tríva í við vaksandi trýstinum á heilsuverkið, og tí áhaldandi trýstið á arbeiðsumhvørvið hjá læknum, so er av stórum týdningi at hava eitt vakið og aktivt fakfelag, sigur felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald