Fríggjadagin 15. desember vardi Turið Nolsøe ph.d.-ritgerð sína á Københavns Universitet, og eydnast hetta sera væl.
Hetta skrivar gransking.fo.
Ritgerðin er um eitt áhugavert evni. Hon snýr seg um danskan journalistik í mun til føroysku abortlóggávuna. Leiklutur Føroya í ríkisfelagsskapinum verður eisini lýstur í hesum sambandi.
Ritgerðin kallast: "Autonomy’s double bind. The rhetorical intersection of geopolitics and biopolitics in Danish media coverage of Faroese abortion rights."
Ph.d ritgerðin kann lesast her
Sambært heimasíðuni hjá Granskingarráðnum, var skoðsmálið frá metingarnevndini gott. Tey søgdu millum annað, at væl var granskað og skrivað, og at hendan kanningin hevur eitt høgt virði - talan er um umráðandi ískoyti til kanning innan fosturtøku, journalistik og kolonialismu.
Turið Nolsøe er kandidatur í retorikki og hevur verið innskrivað á Institut for Kommunikation á Københavns Universitet. Christine Isager, lektari, hevur verið høvuðsvegleiðari.
Í metingarnevndini vóru Kristine Marie Berg, lektari og forkvinna í nevndini, Københavns Universitet, Nathan Stormer professari á University of Maine (USA) umframt Rasmus Rønlev, lektari á Syddansk Universitet í Odense.
Frá vinstru: Rasmus Rønlev (Syddansk Universitet), Nathan Stormer (University of Maine), Turið Nolsøe og Kristine Marie Berg (Københavns Universitet).
Jack Andersen frá Københavns Universitet stílaði fyri verjuni.
Til ber at les meira um Turið Nolsøe her. Samadrátturin frá ph.d ritgerðini, hvussu farið varð fram, kann lesast niðanfyri:
Samandráttur: Sjálvræðistvístøður
Henda ritgerð greinar retorisku umskaringina av biopolitikki og geopolitikki ígjøgnum eina kanning av, hvussu danskir miðlar viðgera føroysku abortstøðuna. Við at menna ástøðið hjá Nathan Stormer um abort sum sjúkueyðkenni ella tekin um siðmenning, í eini roynd at umfata tvørtjóðarliga og imperiella diskursin um ríkisrættarligu støðu Føroya, verður grundgivið fyri, hvussu hendan støðan lýsir kolonialan logikk í tíðindaflutningi um reproduktiv og seksuell rættindi í Føroyum.
Við útgangsstøði í retoriska ástøðinum hjá Allison Prasch um deixis, sum er flutt til eina viðgerð av miðlaðum retorikki, er greiningin býtt í tríggjar partar, sum leggja dent á Tíð, Stað og Myndugleika. Partarnir viðgera tíðardiskurs, staðargrundaðan retorikk og myndugleikan hjá teimum luttakandi, og hvussu greinaðu dømini knýta retoriska áskoðaran til politisku skipanina í danska kongaríkinum. Høvuðsniðurstøðan er, at tíðindaflutningur um føroysku abortstøðuna vendir sær til ein danskan almenning og endurgevur sambandið millum londini sum imperielt, tá ein føroyskur almenningur sum áskoðari verður settur til síðis og kropsliga og tjóðskaparliga sjálvræðið hjá føroysku ríkiseindini verður undirmett.
Víst verður á, hvussu tey greinaðu dømini skapa ein pall fyri kjakið um politikkin í danska kongaríkinum, sum sjáldan kemur fyri og ikki finnur fysiskt stað. Hesin dentur á diskursivu síðuna av danska kongaríkinum undirstrikar, hvussu føroyska støðan verður myndað sum kolonial á ein hátt, sum talar fyri eini tilgongd til kolonialan diskurs sum sundurskildan frá materiellum umstøðum, sum vanligt er. Sundurskildur á tann hátt, at trupulleikin, sum henda ritgerð vísir á er knýttur at retorisku nýtsluni av hesum diskursi, sum í roynd og veru máar undan tí endamáli, ið kundi verið rokkið — sum er at tryggja kropsligt og tjóðskaparligt sjálvræði — og í staðin skapar eina tvístøðu í samskiftinum. Hesin samskiftistrupulleikin er styrktur av strukturella logikkinum í abortretorikki, generella diskursinum í danska kongaríkinum og eyðkennum við tíðindaflutningi, men kann bøtast um við at brúka etnografiskar grundreglur, tá arbeitt verður við umboðan og positionering
Kelda: gransking.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald